Hava ikki nøktandi metingaramboð

Hava ikki nøktandi metingaramboð
Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, svarar atfinningum um, at ráðið metti úrslitið hjá Landskassanum 340 millionir krónur verri í heyst enn nú í vár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.03.2026 - 15:48

Búskaparráðið metti síðsta heyst, at landskassin fór at hava eitt hall á 390 milliónir krónur í 2025. Men nú várfrágreiðingin varð løgd fram, var metingin broytt til eitt hall á 50 milliónir krónur. 

Men hevur Búskaparráðið gjørt ein roknifeil?

Metingin av landskassaúrslitinum
Johnny í Grótinum er formaður í Búskaparráðnum, og hann sigur, at nógv hava spurt hann, hvat tað var, sum gekk galið. Hann sigur, at Búskaparráðið fylgdi vanligu mannagongdunum og metti við støði í tí, sum Fíggjarmálaráðið sjálvt hevur mett. So eru ymsar broytingar hendar í búskapinum, sum ráðið ikki kundi vitað um.

Spurdur, um Búskaparráðið ikki eigur at hava eins álítandi metingar fyri ársúrslitið hjá landinum, sum tær ið koma frá privatum keypsskálaskrásettum fyritøkum, sigur Johnny í Grótinum, at Búskaparráðið í fleiri ár hevur biðið Fíggjarmálaráðið játta pengar til betri amboð at meta um fíggjarligu gongdina.

Og hann leggur afturat, at Føroyar eru eitt lítið land, har ávísar vinnugreinar sláa hart út í bæði inntøkum og útreiðslum. Samanbera vit við eitt størri land við 5-10 milliónum íbúgvum, so fara føroyskar metingar altíð at hava stórar óvissur. Men tað hevði borið til at gjørt neyvari metingar, við betri amboðum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

1799467

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065