Lurtarar kuratera tónleikin í útvarpinum týsdagar klokkan tvey

Lurtarar kuratera tónleikin í útvarpinum týsdagar klokkan tvey
Í dag fer nýtt átak av bakkastokki í útvarpinum. "Kurator" eru playlistar hjá lurtarunum, ið verða spældir í útvarpinum týsdagar klokkan tvey
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.03.2026 - 08:09

Hevur tú onkuntíð hugsað, hví tónleikur, ið tær dámar, ongantíð verður spældur í útvarpinum?

Nú kanst tú gera nakað við tað.

"Kurator" eitur nýtt átak í útvarpinum, har lurtarar kunnu senda sín playlista inn og fáa hann spældan í útvarpinum. 

 

Fólk hava gjørt playlistar

Í dag er tað soleiðis, at fólk flest longu hava upp í leypar av playlistum við sínum yndistónleiki á Spotify, Youtube og øðrum stroymingtænastum. Harvið er tónleikurin longu kurateraður. 

So um tú hevur ein playlista við 15-20 sangum, sum tú ert serliga glað/-ur fyri, so skalt tú bara senda hann inn til: kurator@kvf.fo

Harvið ert tú í umbúna at gerast kurator í útvarpinum. 

Fyrsti Kurator í røðini er Bárður Veihe, sum hevur kuraterað tónleikin í útvarpinum í dag klokkan tvey - klokkan 14. 

 

Hvat: Kurator
Hvar: Í útvarpinum
Nær: Týsdagar kl. 14
Samband: kurator@kvf.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207