Eldrasamstørv leggja møguliga saman

Eldrasamstørv leggja møguliga saman
Nánd og NBH hava arbeitt við málinum í eitt hálvt ár
Stýrini í eldrasamstørvunum Nánd og NBH eru farin at kanna møguleikarnar fyri tættari samstarvi og møguliga eisini einari samanlegging millum samstørvini. (Savnsmynd)
 
13.03.2026 - 08:25

Stýrini í eldrasamstørvunum Nánd og NBH eru farin at kanna møguleikarnar fyri tættari samstarvi og møguliga eisini einari samanlegging millum samstørvini.

Í Nánd eru Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna. 

NBH, Norðoya bú- og heimatænasta, er samstarv um eldraøkið millum Klaksvíkar kommunu, Hvannasunds kommunu, Kunoyar kommunu, Viðareiðis kommunu og Fugloyar kommunu.

Arbeitt hevur verið við hesum í hálvt ár. 

Orsøkin er, at eldraøkið komandi árini fer at fáa vaksandi tørv og brúk fyri størri íløgum, siga komunurnar. 

Tað verður eisini ein størri avbjóðing at fáa og varðveita starvsfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891