Bora fyri 1,5 mia. kr. í føroyskum øki

Bora fyri 1,5 mia. kr. í føroyskum øki
Norski boripallurin West Hercules kemur til Føroya í vár, og fyrst verður boringin í Brugduni 2 tikin uppaftur
 
18.12.2013 - 08:37

Nógvir pengar verða brúktir til oljuleiting í føroyskum øki næsta ár.

Oljan. fo skrivar, at norski boripallurin, West Hercules, skal bora tveir brunnar í føroyskum øki næsta ár.

Rúni M. Hansen, føroyski stjórin hjá Statoil, váttar fyri Oljuni.fo, at flestu viðurskiftini eru avgreidd, og at pallurin kemur til Føroya í apríl.

Bora fyrst í Brugduni

Fyrst verður borað á Brugduni ll leiðini, har borað eisini varð í fjør, og síðani verður farið á Súlan/Stelkur leitimiðið. Hesin seinni brunnurin verður boraður einans 2-3 fjórðingar úr bretska markinum. Væntandi verður pallurin á føroyskum øki í umleið hálvt ár, tað veldst um úrslitið av boringini.

Tað fer at kosta nógv at bora teir báðar brunnarnar, og ein upphædd upp á hálvaaðru millard kr. er nevnd.

Statoil er fyristøðufelag í báðum brunnunum. Í fyrra brunninum eru feløgini Statoil, ExxonMobil og Atlantic Petroleum. Í tí seinna eru Statoil, OMV og DONG. Tað eru oljufeløgini, sum hava leitiloyvi í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373