Útflutningurin vaksin eina milliard

Útflutningurin vaksin eina milliard
Útflutt var fyri 13,6 milliardir krónur frá februar í fjør til januar í ár
Fiskavøruútflutningurin vaks 1,2 milliardir krónur, 8,5 prosent. 
 
19.03.2026 - 08:10

Útflutningurin hjá Føroyum var eina milliard krónur størri frá februar í fjør til januar í ár enn hann var frá februar 2024 til januar 2025.

Útflutt var fyri 13,6 milliardir krónur frá februar í fjør til januar í ár, skrivar Hagstovan.

Virðið á útfluttum toski vaks góðar 474 milliónir krónur.

Fiskavøruútflutningurin vaks 1,2 milliardir krónur, 8,5 prosent. 

Seks lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. 

Hesi eru USA, Danmark, Spania, Bretland, Niðurlond og Russland. 

Útflutt var fyri 2,6 milliardir krónur meira, enn innflutt var fyri frá februar í fjør til januar í ár.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775