Býráðslimir kæra borgarstjóran

Býráðslimir kæra borgarstjóran
Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen, býráðslimir í Havn, ætla at kæra borgarstjóran til Kommunala eftirlitið
Tórshavnar býráð.
 
22.03.2026 - 10:52


Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen, býráðslimir í Havn, ætla at kæra borgarstjóran til Kommunala eftirlitið.

Á býráðsfundinum hósdagin vildu teir hava í gerðabókina, at eitt mál kom ov seint á fundarskránna.

Teir siga eisini, at embætisførslan hjá borgarstjóranum er skeiv.

Hesi viðurskifti vera kærd til Kommunala eftirlitið, siga teir.

Málið er um lestrarheim.

Býráðið samtykti at brúka 9.000 fermetrar við Heygsvegin til lestrarheim, sum verður beint við ætlaða kampus.

Landið eigur lendið.

So samráðingar vera við landsstýrið um økið, sum landssjúkrahúsið brúkar.

Og byggisamtyktin skal broytast. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053