SÍ vann fyrstu finaluna um føroyameistaraheitið hjá monnum

SÍ vann fyrstu finaluna um føroyameistaraheitið hjá monnum
SÍ vann fyrstu FM-finaluna ímóti greipuvinnarunum frá 2025, Mjølni. Javnbrótari skuldi til fyri at avgera spennandi dystin á Giljanesi
23.03.2026 - 17:20

Menninir hjá SÍ vunnu 3-2 á Mjølni í fyrstu FM-finaluni, sum varð spæld á Giljanesi.

Spælið hevur mangan verið betur, men fimmsettarar er tó altíð spennandi, hóast tey einstøku settini vantaðu spenning, skrivar Flogbóltssambandið.

SÍ vann lættliga fyrsta settið 25-15, áðrenn Mjølnir líka lætt vann 25-17 og 25-23 í øðrum og triðja setti. Síðan sveiggjaði aftur hinvegin, og SÍ vann fjórða settið 25-12.

Í javnbrótaranum var støðan 6-6, tá SÍ mest sum avgjørdi dystin við at vinna fimm bóltar á rað og leggja seg á odda 11-6 og síðani 14-11. Mjølnir yvirlivdi teir tveir fyrstu dystarbóltarnar, men tann triðja sló venesuelski Jhonlenn Cruz Barreto Pena í blokkin hjá Mjølni og í gólvið, so SÍ vann 15-13.

Onnur FM-finalan verður spæld í Klaksvík mikukvøldið. Vinnur SÍ, so er SÍ føroyameistari. Vinnur Mjølnir, so verður ein triðja og avgerandi finala spæld á Giljanesi leygardagin.

 

Høllin á Giljanesi (Polestar-deildin, 1. FM-finala)

SÍ – Mjølnir, 3-2 (25-15, 17-25, 23-25, 25-12 og 15-13)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860