Næstan javnstøða í fólkatinginum

Næstan javnstøða í fólkatinginum
48 prosent av nývalda fólkatinginum eru kvinnur, og miðalaldurin í fólkatinginum er 43,9 ár
Eftir valið týsdagin er næstan javnstøða í fólkatinginum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.03.2026 - 15:06

Ongantíð eru so nógvar kvinnur valdar í fólkatingið, og ongantíð hevur miðalaldurin verið so lágur.

Tað er greitt eftir fólkatingsvalið týsdagin.

48 prosent av nývalda fólkatinginum eru kvinnur, og miðalaldurin í fólkatinginum er 43,9 ár.

Donsku kvinnurnar manna 86 sessir av teimum 179 fólkatingssessunum.

Fyri 20 árum síðani, á fólkatingsvalinum í 2005, vóru 38 prosent av teimum valdu kvinnur.

Til samanberingar blivu tíggju kvinnur valdar á ting á løgtingsvalinum í 2022.

Tað svarar til 33 prosent.

 


Nú eru 48 prosent av fólkatingslimunum kvinnur. (Mynd: DR)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098