Tíggju nýggj andlit vald á ting

Tíggju nýggj andlit vald á ting
Bjørg Brynhildardóttir Egholm fekk eitt kanónval og endaði ovast á listanum hjá Tjóðveldi, og hennara nógvu atkvøður í høvuðsstaðnum hálaðu sætta tingsessin til Tjóðveldi.
Hesi 33 eru tey, sum skulu manna Løgtingið til val verður aftur
 
26.03.2026 - 23:59

Føroyskur politikkur fekk eitt nýtt stjørnuskot, tá farið varð undir uppteljingina í kvøld. Hon er bara 20 ára gomul, gott og væl, og fekk tilsamans 972, sum svarar til góð 16 prosent av atkvøðunum hjá flokkinum. Tað er eitt rættiliga gott val, má sigast.

Men hon var ikki tann einasta nývalda í dag, tí saman við henni vóru níggju onnur nývald. Ikki øll eru ókend í politikki, men fleiri eru. Onkur hevur sitið í landsstýrinum, onkur annar hevur sitið í landsstýrinum og løgtinginum fyri ein annan flokk, og onkur triði hevur bara fingið eitt nýtt politiskt lív.

Fólkaflokkurin fekk trý nýggj umboð á ting; Fróði Magnussen endaði á sætta plássi hjá Fólkaflokkinum við 499 atkvøðum, Bill Justinussen, sum fyrr hevur umboðað Miðflokkin, fekk 445 og Grímur Sundstein, sum ikki hevur verið valdur fyrr, fekk 354 atkvøður.

Tjóðveldi fekk eisini trý nýggj umboð á ting, Bjørg Brynhildardóttir Egholm hava vit longu nevnt, Liljan Weihe, sum fekk 452 atkvøður og endaði á fjórða plássi, og Jóhan Christiansen, sum fekk 307 atkvøður og endaði á sætta plássi.

Sambandsflokkurin fekk tvey nýggj umboð á ting; Atli F. Johansen, sum varð valdur við 558 atkvøðum og endaði á fjórða plássi,  og Sunnvá Dahl Høgfeldt, sum varð vald við 368 atkvøðum og endaði á sætta plássi. Hvørgin teirra hevur sitið á tingi fyrr.

Javnaðarflokkurin fekk eitt nýtt umboð, sum heldur ikki hevur sitið á tingi áður, og er tað Ben Arabo, sum fekk 955 atkvøður og endaði næstovastur á javnaðarlistanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928