Lægri renta ger at prístalið er minkað

Lægri renta ger at prístalið er minkað
Miðalrentan er lækkað meira enn 39 prosent seinasta árið, men húsaleiga er vorðin dýrari
Prísurin á grønmeti er lækkaður, tí nú er einki meirvirðisgjald á grønmeti.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.03.2026 - 08:40

Fyri fyrstu ferð í fimm ár er prístalið minkað, tó ikki nógv, bara 0,2 prosent.

Tað var 0,2 prosent minni í februar ár enn í februar í fjør.

Rentan er lækkað nógv. Tí er prístalið minkað, sigur Hagstovan.

Miðalrentan er lækkað meira enn 38 prosent seinasta árið. Men húsaleiga er vorðin seks prosent dýrari.

 

 

Prísirnir hækkaðir 20 prosent

Annars eru prísirnir hækkaðir 20 prosent seinastu fimm árini.

Í februar 2026 vóru matvørur og drykkjuvørur 2,5 prosent dýrari enn í februar í fjør. Seinastu fimm árini eru hesar vørur vorðnar góð 30 prosent dýrari.

Seinasta árið eru serliga kaffi, te og kakao dýrkað. Prísvøksturin á hesum vørum er næstan 17 prosent. 

Kjøt er nærum níggju prosent dýrari nú, og fiskur næstan sjey prosent dýrari. 

Prísurin á grønmeti er lækkaður, tí nú er einki meirvirðisgjald á grønmeti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928