Bíligari bensin og diesel í Noregi

Bíligari bensin og diesel í Noregi
Avgjøldini lækka fyribils til 1. september, tá tey hækka aftur
Nú verður bíligari at fylla bensin og diesel á tangan í Noregi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
30.03.2026 - 08:43

1. apríl lækka avgjøldini á bensini og dieseli í Noregi, so tað verður bíligari hjá brúkarunum.

Tillagingin er fyribils, og verður galdandi til 1. september. Tá er ætlanin, at avgjøldini aftur verða tey somu sum nú. 

Tað sigur norska stjórnin í tíðindaskrivi.

Væntað verður, at átakið fer at hava við sær, at inntøkurnar hjá landinum minka 3,3 milliardir norskar krónur, sum svara til 2,2 milliardir krónur í okkara peningi. 

Avgjaldið á bensini lækkar 4,41 norskar krónur fyri liturin, meðan avgjaldið á dieseli lækkar við 2,85 norskum krónum fyri liturin.

Svenska stjórnin avgjørdi í síðstu viku at seta eitt líknandi átak í gildi, tí oljuprísirnir eru hækkaðir í kjalarvørrinum av krígnum í Miðeystri.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816