Amerikanski stongsulin av iranskum havnum er byrjaður

Amerikanski stongsulin av iranskum havnum er byrjaður
"Iran leggur trýst á heimin, og tað sleppur ikki at halda fram," segði Donald Trump, amerikanskur forseti, nú amerikanski stongsulin av iranskum havnum er byrjaður
Hormuzsundið, ið er vorðið mest umtalaða stað á jørð, síðani USA og Ísrael lupu á Iran
Mynd: Shutterstock.com  
 
14.04.2026 - 15:16

Donald Trump, forseti, váttar á tíðindafundi í Hvítu Húsunum, at amerikanski stongsulin av iranskum havnum er byrjaður, skrivar Reuters tíðindastovan.

Amerikanski forsetin segði, at Iran leggur trýst á heimin, og tað sleppur ikki at halda fram.

Annars veit Reuters-tíðindastovan at siga frá, at ábendingar eru um, at samráðingarfólkini hjá USA og Iran fara aftur til samráðingarborðini í Islamabad í næstum.

 

Fyrstu samráðingar síðani 1979

Friðarsamráðingarnar, sum eru fyrstu veruligu samráðingarnar millum USA og Iran síðan islamisk kollveltingina í 1979, slitnaðu áðrenn vikuskiftið og stongsulin, sum USA setti í verk eftir tað, er eitt úrslit av tí.

Oljuprísurin er hækkaður nógv síðan USA og Ísrael lupu á Iran 28. februar. Hann hevur ligið omanfyri 100 dollarar fyri tunnuna.

Samráðingarnar um vikuskiftið tykjast, sambært Reuters-tíðindastovuni, at hava havt eina positiva ávirkan á oljumarknaðin. Tað hevði m.a. við sær, at oljuprísurin fór niður um 100 dollarar fyri tunnuna fyrrapartin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065