Lønarsamráðingarnar verða tiknar uppaftur

Lønarsamráðingarnar verða tiknar uppaftur
Nýggi landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, hevur givið lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum heimild at fara í gongd aftur við lønarsamráðingarnar
Aksel V. Johannesen, nýggjur landsstýrismaður í fíggjarmálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.04.2026 - 12:35

Lønardeildin hevur fingið heimild frá nýggja landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, at fara í gongd aftur við lønarsamráðingarnar.

Tær steðgaðu annars upp, tá ið løgtingsvalið varð útskrivað. 

Nøkur fá viðurskifti skulu tó fáast upp á pláss afturat, áðrenn samráðingarnar byrja, sigur Jan Sjóstein í stuttari viðmerking.

12 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum hava gjørt ein leist fyri karmin, og avtalað er longu, at lønin hjá teimum skal hækka 3,87 prosent  fyrsta árið, og síðan er ein útrokningarleistur gjørdur, sum tekur hædd fyri framleiðsluøking og prístalinum, tá ið næstu lønarhækkingarnar koma. 

Jan Sjóstein sigur, at nú skal avtalast við feløgini, nær tey koma til samráðingar. Hann sigur, at avtalur verða gjørdar fyrsta dagin.

Hann sigur eisini, at avtalað var longu gjørd við onkur av teimum 12 feløgunum um víðari samráðingar, tá ið val varð útskrivað, og at nærliggjandi er, at samráðst verður fyrst við hesi feløgini.

 

20250416_Lonarsamradingar


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815