Kvinnurnar í meiriluta í fíggjarnevndini

Kvinnurnar í meiriluta í fíggjarnevndini
Kvinnurnar hava bara formansskapin í einari nevnd í Løgtinginum, men fyri fyrstu ferð nakrantíð eru tær í meirluta í fíggjarnevndini
Hon fekk ongan landsstýrissess og gjørdist heldur ikki forkvinna í nakrari nevnd, men Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fær sæti í fíggjarnevndini og verður forkvinna í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.04.2026 - 16:51

Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg og Ruth Vang.

Tær fýra fáa sæti í fíggjarnevndini, sum fyri fyrstu ferð verður mannað við fýra kvinnum og trimum monnum. Tó við einum manni, Helga Abrahamsen, sum formanni.

Nú verður nevndararbeiðið í Løgtinginum ikki stýrt eftir kyni, og tí fær tað onga ávirkan í so máta, men tað er kanska áhugavert i øðrum høpi, at kvinnurnar, sum telja gott og væl ein triðing av tingmanningini, eru í meiriluta í einari av teimum stóru nevndunum í Løgtinginum.

Fyri ein ordan skyld kunnu vit lista formenninar og nevndirnar her:

Fíggjarnevndin: Helgi Abrahamsen, formaður

Uttanlandsnevndin: Jørgen Niclasen, formaður

Vinnunevndin: Ben Arabo, formaður

Rættarnevndin: Fróði Magnussen, formaður

Trivnaðarnevndin: Grímur Sundstein, formaður

Mentanarnevndin: Súsanna Bertholdsen, forkvinna

Landsstýrismálarnevndin: Erhard Joensen, formaður

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493