Jazzur í hálva øld

Jazzur í hálva øld
Í dag eru júst hálvthundrað ár liðin síðani Havnar Jazzfelag varð stovnað
Mynd: Ole Wich  
 
21.04.2026 - 12:19

Onnur halda seg til 7. november 1975 sum stovningardag. Tá høvdu stigtakararnir fyrsta almenna tiltakið í Gamla Klubba. Kristian Blak, Jan Arge Jacobsen og Kolbein Simonsen spældu sum trio á hesum fyrsta konserttiltakinum. Sama kvøld vórðu fyrstu limakortini skrivað og útflýggjað teimum, sum teknaðu seg í henda nýggja felagsskapin.

Men 21. apríl 1976 var Havnar Jazzfelag formliga stovnað og viðtøkur tess samtyktar. Dagurin í dag er tí brúdleypsdagurin - ella rættari gullbrúdleypsdagurin - hjá felagnum. 

 

Sjey feit ár

Felagið var ógvuliga virkið tey fyrstu árini. Her kann av sonnum verða tosað um tey sjey feitu árini frá 1976 til 1983. Fleiri vilja halda, at tá ið Jazzfelagið húsaðist í Perluni í Vágsbotni frá 1980 til 1983, stóð felagið í sínum fagrasta blóma.

Havnar Jazzfelag hevur í vetur hátíðarhildið 50 ára jubileumið við fýra vikuskiftum um heystið 2025 og Vetrarjazzi eftir ársskiftið undir heitinum HJF/Tutl 50 ár.

Plátu- og útgávufelagið Tutl, sum hevur givið út óteljandi føroyskar tónleikaútgávur - fleiri enn túsund í alt - er ein avleggari av Havnar Jazzfelag.

Tutl var stovnað sum sjálvstøðugt útgávufelag í januar 1979, og hevur egnan handil á Káta Horninum í Havn.

 

Felagið ger ikki stórvegis burturúr degnum í dag, men ein lítil móttøka verður í Tutli kl 16.30 seinnapartin. 

Tá verður eitt høvi aftur at drekka pissøl - sum mundi vera yndisdrykkurin í Perluni á sinni - og at hoyra høvuðsmannin í Havnar Jazzfelag øll árini, Kristian Blak, spæla nøkur fá løg á klaveri.

 

Kræklingar

Var nakað húsaorkestur í Jazzfelagnum fyrstu árini, fær tað valla verið nakað annað enn Kræklingar.

Teir spæla á fleiri av fyrstu plátunum, sum felagið letur frá sær. Kræklingar var upprunaliga eitt rokkorkestur.

Í 1975 góvu teir út stakplátuna við sanginum "Svarti Ravnur", ið hevur vunnið støðu sum føroyskur rokklassikari. Men orkestrið legði tá um frá vokalrokki til instrumentalan jazzrokk.


Glaðir amatørar er ein røð av konsertum, sum vóru í Ítróttarhøllini á Nabb seinast í 80'inum

 

SÍ EISINI: Glaðir amatørar, sjónvarpsrøð frá 1989

 

Glaðir amatørar

Vit hava á hesum 50 ára degnum hjá Havnar Jazzfelag funnið fram eina konsertframførslu hjá Kræklingum í Sjónvarpi Føroya frá 1989.

Glaðir amatørar kunnu nú síggjast á KVF Sjón

Manningin er tann sama sum í 1979, tá LP-plátan "Ábit" kom út.


Kræklingar vóru: Ólavur Øster (gittar), Kolbein Simonsen (bass), Jan Arge Jacobsen (trummur), Kristian Blak (klaver) og Eskil Romme (saxofon)

 

Hopphøvd og Perlutrøll er útvarpsrøð í fýra pørtum. Triði partur er á skrá í dag, týsdag, klokkan 17.05. Lurta í útvarpinum ella á KVF Ljóð. 

 

LES EISINI: Tey feitu árini hjá Havnar Jazzfelag

 

Hesin parturin kallast, Høgt til loft og vítt til veggja. Tú kanst hoyra teir fyrstu partarnar av røðini her:

Hopphøvd og Perlutrøll (1:4) og (2:4)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493