Grindaformenn bíða eftir fútanum

Grindaformenn bíða eftir fútanum
Framvegis er ógreitt, nær støða verður tikin til, um ákæra skal reisast í málinum um grindadrápið í Hvannasundi á sumri í 2024
Michael Boolsen, fúti, viðger framvegis málið um grindadrápið í Hvannasundi, har sýslumaður og grindamenn eru skuldsettir fyri brot á djóraverndarlógina.
 
22.04.2026 - 13:06

Grindaformenn bíða eftir, at ákæruvaldið tekur støðu til, um ákæra verður reist í málinum um grindadrápið í Hvannasundi á sumri í 2024.

Djóraverndarfelagsskapurin Sea Shepherd Global meldaði sýslumannin og grindaformenn fyri grindadrápið, sum var útsett í fleiri tímar, tí bíðað var eftir fólki at koma norður at hjálpa til við grindini eftir kappróður á Norðoystevnu.

Sýslumaður og grindaformenn eru skuldsettir fyri at bróta lógina um djóravælferð. Og so leingi grindaformenninir eru skuldsettir í málinum, verður eingin grind hildin til í Norðoyggjum. 

Framvegis er óvist, nær málið verður avgreitt, sigur Michael Boolsen, fúti.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22042026_Futin_um_grindadrap

 

Hoyr eisini: Eingin grind í Norðoyggjum

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011