ES lænir Ukraina 673 milliardir krónur

ES lænir Ukraina 673 milliardir krónur
Samstundis hevur ES samtykt 20. pakkan við revsitiltøkum móti Russlandi. Ungarn brúkti ikki sýtingarrættin
ES hevur samtykt stóra lániheimild til Ukraina og at seta fleiri tiltøk í verk móti Russlandi.
Mynd: Shutterstock.com  
 
22.04.2026 - 13:52

ES-londini hava fyribils góðkent risastóra lánið uppá 90 milliardir evrur, slakar 673 milliardir krónur, til Ukraina. Og samstundis hevur ES samtykt tann 20. pakkan við tiltøkum ímóti Russlandi. Tað hendir eftir, at Ungarn valdi ikki at brúka sýtingarrættin.

Tað upplýsir eitt talsfólk fyri kýpriotisku myndugleikarnar fyri Reuters-tíðindastovuni, og sagt verður eisini, at tey 27 limalondini væntandi skriva undir lánsavtaluna seinnapartin í morgin.

 

Orbán skrivaði ikki undir

ES samtykti í fjør at veita Ukraina fíggjarligan stuðul í 2026 og 2027, men táverandi ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, sýtti at skriva undir avtaluna samstundis sum hann legði Ukraina undir at forða fyru flutningi av russiskari olju gjøgnum rørleiðingar, sum vóru oyðilagdar av russiskum álopum.

Innanhýsis ósemjan í ES hevur eisini forðað fyri tiltøkum móti Russlandi. ES ætlaði at seta tiltøk í verk á fýra ára degnum fyri russiska álopinum á Ukraina, men tað var av ongum enn einaferð, tí Ungarn ikki tók undir við hinum ES-londunum.

Men ungarska støðan er broytt, tí Viktor Orbán er ikki longur forsætisráðharri, og Peter Magyar, sum vann valið í Ungarn, er meira ES-vinaligur enn undanmaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424