Neyðrakett og sleip

Neyðrakett og sleip
MRCC fekk á midnátt fráboðan um, at fólk høvdu sæð eina neyðrakett
 
26.04.2026 - 11:04

Tyrlan hjá Atlantsflogi var send út at leita, men einki óvanligt var at síggja, skrivar MRCC. 

Tríggir smáar bóðu í gjár hjálp í gjár. 

Klokkan tvey síðstu nátt bað ein útróðrarbátur, sum var staddur í landnyrðing úr Fugloy, um hjálp, tí hann hevði trupulleikar við motorinum. Rescue Ziska var sendur eftir honum og sleipaði hann inn til Hvannasunds.

Á middegi í gjár steðgaði ein bátur upp nærindis landi út fyri Glyvursnes. Rescue lív sleipaði bátin inn á Álasker í Havn. 

Og tíðliga seinnapartin í gjár steðgaði ein bátur  upp út fyri grótkastið við Skansabryggjuna og hevði brúk fyri sleipi. Rescue Lív varð boðsent og sleipaði bátin inn á Álasker í Havn, skrivar MRCC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672