Mál um grindastyggjarar meldað til løgregluna

Mál um grindastyggjarar meldað til løgregluna
Sambært grindakunngerðini er ikki loyvt at seta upp skipanir, sum kunnu broyta atferð hjá hvali
27.04.2026 - 19:16

Í Hvannasundi hava tey funnið fleiri tól, sum senda ljóðbylgjur, og sum er ætlað at styggja burtur hval.

At tað eru aktivistar, sum hava verið uppá spæl, ivast grindaformaðurin í Hvannasundi ikki í. Og nú er málið meldað til løgregluna.

Tól skal fyribyrgja hjáveiðu

Ein hvalastyggjari ella vanliga nevnt forskrekkjari er eitt tól, sum er gjørt til at fyribyrgja hjáveiðu av serliga nísu.

Tólið sendur ljóðbylgir, sum ávirka hval, soleiðis at hann heldur seg burturi frá ávísum økjum.

Ikki loyvt í Føroyum

Sambært grindakunngerðini er ikki loyvt at seta upp skipanir, sum kunnu broyta atferðina hjá hvali, uttan loyvi frá landsstýrismanninum.

Tað kann hugsast, at hetta er brot á grindakunngerðina. Tí hevur grindaformaðurin meldað málið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723