Breivik broytir aftur navn

Breivik broytir aftur navn
Norski yvirgangsmaðurin, sum var dømdur harðastu revsing í 2012, eitur nú Jan Johansen
Anders Behring Breivik hevur skift navn fleiri ferðir.
Mynd: BBC  
 
28.04.2026 - 08:40

Norski yvirgangsmaðurin, Anders Behring Breivik, hevur broytt navn, skrivar Aftenposten.

Nú eitur hann Jan Johansen, sum er vanligasta navnasamanseting í Noregi. 599 fólk itu Jan Johansen seint í 2025.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Breivik broytir navn. Í norska landsfólkayvirlitinum er hann skrásettur at hava itið  Skaldgrimmr Rauskjoldr af Northrik og undan tí Fjotolf Hansen.

Advokaturin hjá honum, Øystein Storrvik, hevur onga viðmerking um, hví Breivik broytir navn.

Anders Behring Breivik tók 77 fólk av døgum í einum yvirgangsálopi á Utøya og í Oslo 22. juli 2011.

Í august 2012 fekk hann harðastu revsing í Noregi, í minsta lagi 21 ár í forvaring. Síðani hevur hann sitið avbyrgdur í fongsli.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904