Serligi amerikanski sendimaðurin til Grønlands

Serligi amerikanski sendimaðurin til Grønlands
Jeff Landry verður gestur á vinnuráðstevnu 19. og 20 mai
Donald Trump, forseti, tilnevndir Jeff Landry serligan sendimann í Grønlandi í fjør.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
29.04.2026 - 15:43

Serligi sendimaðurin hjá USA í Grønlandi, Jeff Landry, fer væntandi til Grønlands í mai.

Navn hansara er í øllum førum á gestalistanum til stóru vinnuráðstevnuna, Future Greenland, sum verður 19. og 20. mai, skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq.

Tað var í desember í fjør, at Donald Trump, forseti, tilnevndi Jeff Landry, guvenør í Louisiana, at vera serligan sendimann í Grønlandi.

Men einki hevur verið at frætt um, at Jeff Landry hevur verið í Grønlandi, síðani hann bleiv tilnevndur.

Grønlands Ervherv, sum skipar fyri vinnuráðstevnuni, upplýsir, at Landry er ikki boðin á ráðstevnuna, men er við sum vanligur gestur.

Tá Landry var tilnevndur serligur sendimaður í Grønlandi, segði hann, at hann átekur sær fegin sjálvbodna leiklutin at gera Grønland til part av USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904