Úr øll heimsins heraðshornum: Øll G!-nøvnini 2026 kunngjørd

Úr øll heimsins heraðshornum: Øll G!-nøvnini 2026 kunngjørd
Teitur, Eivør og Afenginn eru millum seinastu 12 nøvnini kunngjørd til G!-skránna, sum nú er endalig. Høvuðsnøvnini eru Clickhaze (FO), Oliver Tree (US) og Ásgeir (IS)
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.04.2026 - 21:00

G! festivalurin kunngjørdi herfyri, at skráin til ársins útgávu av festivalinum nú er endalig. 

Hetta hendi ísambandi við, at festivalurin kunngjørdi 12 nøvn afturat, har millum Teitur & Girls in Airports, Eivør og Afenginn. 

Tey leggjast aftur at føroyska Clickhaze, ið ger comeback á G! eftir 23 ár, amerikanska Oliver Tree og íslendska Ásgeir Trausti, sum eru at rokna sum høvuðsnøvnini á festivalinum í ár. 

 

LES EISINI: G! 2026: Clickhaze aftur at hoyra á Sandinum

 

Mangla at kunngera JÚXN

G! festivalurin ger í tíðindaskrivi vart við, at hetta er tó ikki alt, tí skjótt verða skráirnar fyri JÚXN og stóra barnatiltakið kunngjørdar.

JÚXN er mentanarpallurin á G!, sum fevnir um alt frá kjaki til gongutúrar, føroyskan dans, gudstænastu og mangt annað. 

Sum altíð, so borðreiður G! festivalurin við einum veldi av tónleiki úr øll heimsins heraðshornum. 


Mynd: Tordis Vang Guttesen

 

G! festivalurin er einasta tíðspunktið á árinum, ið tú kanst hoyra ordiliga eksotiskan tónleik á palli í Føroyum, sum tú annars noyðist ferðast uttanlanda fyri at uppliva. 

Jazzfestivalurin og Summartónar hava sínar løtur, men tað er serliga á G!, at tú verður ríkaður við eksotiskum tónum. 

Aftur í ár er G! festivalurin á tremur við eksotiskum tónum, ið fólk eiga at geva gætur.

Nevnast kunnu Orkesta Mendoza úr Meksiko, amerikanska Fantastic Negrito, Tamikrest úr Malavi, iranska Faravaz, portugisiska og hollendska Collignon, og so frambrúsandi danska bólkin AySay, sum hevur turkiskar og kurdiskar røtur. 

 

LES EISINI: Eksotiskir tónar á G!

 

Tey síðstu 12 nøvnini á G!-skránni í ár eru:

Teitur & Girls in Airports (FO/DK)
Afenginn (FI/DK/FO)
Faravaz (IR)
Eivør – Skrímslið, lítlasystir mín (FO)
Gówa (FO)
TeleMama (FO)
maður:glotti (FO)
Kóboykex (FO)
GiFU (NO)
Silent Disco
JVNTOR x Trygvii

 

Endaliga G! skráin 2026:

Oliver Tree (US)
Clickhaze (FO)
Frændur (FO)
Fantastic Negrito (US)
Ásgeir (IS)
Teitur & Girls in Airports (FO/DK)
Joe & The Shitboys (FO)
Afenginn (FI/DK/FO)
Guðrið Hansdóttir (FO)
Moyka (NO)
Lea Kampmann (FO)
Duo Ruut (ES)
Eivör – Skrímslið, lítlasystir mín (FO)
AySay (DK)
Dan Olsen (FO)
Irah (UK)
Elinborg (FO)
Sakaris (FO)
GiFU (NO)
Silvurdrongur (FO)
Tamikrest (ML)
maður:glotti (FO)
Printz Board & the Butter Funk Family (US)
Jerub (UK)
Marianna Winter (FO)
Tunghoyrt (FO)
Kóboykex (FO)
Lynks (UK)
Døgg Nónsgjógv (FO)
Gówa (FO)
Alterne (DK/ES/BE)
Bolstad (FO)
Orkesta Mendoza (MX)
TeleMama (FO)
Collignon (NL/PO)
JVNTOR x Trygvii (FO)
Silent Disco

 

Hvat: G! festivalurin
Hvar: Syðrugøtu
Nær: 16.-18. juli
Sí eisini: "Millum himmal og helviti", KVF-dokumentarur frá 2017

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485