VÍF mundi koppað Kyndil í triðju FM-finaluni

VÍF mundi koppað Kyndil í triðju FM-finaluni
Vestmenningar vóru frammanfyri meginpartin av triðju FM-finaluni, sum var í Havn leygardagin, men Kyndil var hvassari, tá dysturin skuldi avgerast
Stríðið millum Kyndil og VÍF um føroyameistaraheitið heldur fram
Mynd: Andrei Antal/VÍF  
 
02.05.2026 - 22:27

Kyndil vann triðju finaluna um føroyameistaraheitið í hondbólti við kvinnum, men leingi sá út til, at VÍF fór at koppa favorittinum á Hálsi í Havn. 

Vestmenningar, sum javnaðu til 1-1 í FM-finalurøðini eftir longda leiktíð og brotskøst, tá liðini hittust í Vestmanna mikukvøldið, løgdu seg framum beinanvegin á útivølli leygardagin.

Ta leiðsluna høvdu tær gulu heilt til síðstu minuttirnar á Hálsi, men tá skeyt Kyndil trý ósvarað mál og vann 29-27. Havnarliðið er nú ein sigur frá FM-gullinum.

Turið Arge Samuelsen var sum ikki einaferð toppskjútti hjá Kyndli við átta málum, meðan Fríða Nolsøe Olsen skoraði heili 13 ferðir fyri VÍF.

Fjórða FM-finalan verður í Vestmanna mikukvøldið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980