Rósan vann FM: - Fóru út við nógvum yvirskoti

Rósan vann FM: - Fóru út við nógvum yvirskoti
- Hendan kenslan er heilt fantastisk, og nakað, tú aldri verður troytt av. Tað segði Turið Kruse Steinberg, venjari hjá Rósuni, eftir at kvinnurnar úr Støkk høvdu vunnið FM
Andri Gerðisá
11.05.2026 - 13:00

Kvinnurnar úr Rósuni stórfegnaðust um føroyameistaraheitið í estetiskum fimleiki, sum tað eydnaðist teimum at vinna um vikuskiftið.

Ei undur í. Kvinnurnar úr Støkk hava verið nummar tvey til allar tríggjar steypakappingarnar fyrr í ár, men hesa ferð eydnaðist teimum at basa Lyru úr Ljósinum.

 - Hendan kenslan er heilt fantastisk, og nakað, tú aldri verður troytt av, segði Turið Kruse Steinberg, venjari hjá Rósuni eftir at sigurin var greiður.

 - Vit fóru út við mega nógvum yvirskoti, og tað gekk eisini ordiliga væl, legði íðkarin Sára Hjalmarsdóttir Hansen afturat.

Rósan fekk samanlagt 47.84 stig fyri innleiðandi kappingina leygardagin (23.87) og finaluna sunnudagin (23.99), meðan Lyra fekk 47.07 stig frá dómarunum í høllini á Hálsi í Havn.

 - Til upphitingina vóru tær rættiliga trýstar, tí Lyra er eitt somikið gott lið, men vit fara út og rópa og fáa nervarnar av okkum, og so koma tær inn og eru so sterkar, segði Turið Kruse Steinberg.

 - Man hevði væl tímað at vunni greipuna, segði venjarin hjá Lyru Bjørt Olafsdóttir.

 - Tí nú hava vit vunnið allar hinar steypakappingarnar í Føroyum, og vit megnaðu eisini at vinna altjóða kappingina í Danmark, so vit høvdu væl tímað at vunnið hetta. Men vit eru ernar av tí, sum vit hava megnað, og genturnar eru allarbestar í mínum eygum, segði Bjørt Olafsdóttir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481