Gera ábøtur á Vesturkirkjuna

Gera ábøtur á Vesturkirkjuna
Kirkjan er frá 1975, og fleiri bygningar í sama tíðarskeiði vísa seg eisini at vera í ringum standi
Ábøtur verða nú gjørdar á Vesturkirkjuna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.05.2026 - 16:00

Ábøtur verða nú gjørdar uttan á Vesturkirkjuni í Havn, sum er rustað á øllum síðum.

Tað sigur Peter Ritter, byggifrøðingur.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at tílíkar ábøtur verða gjørdar í Vesturkirkjuni. Fyri 15 árum síðani var støðan tann sama.

 


Peter Ritter, byggifrøðingur, uttan fyri Vesturkirkjuna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Vesturkirkjan er frá 1975, og fleiri bygningar í sama tíðarskeiði vísa seg eisini at vera í ringum standi.

Ábøturnar á Vesturkirkjuna verða mettar at kosta 2,4 milliónur krónur, og arbeiðið fer væntandi at taka tríggjar mánaðir. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18052026_Vesturkirkjan


 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129