Ov lítið til asfalt

Ov lítið til asfalt
Nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jacob Vestergaard, ásannar eisini, at ov fáir pengar vera latnir til at halda landsvegirnar við líka
Partur av vegnum gjøgnum Sand skal asfalterast í ár.
 
19.05.2026 - 06:39

Nýggi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jacob Vestergaard, ásannar eisini, at ov fáir pengar vera latnir til at halda landsvegirnar við líka.

Landsvegakervið er 480 kilometrar. 

Í miðal eiga vegirnir at vera asfalteraðir fimtanda hvørt ár, altso 32 kilometrar um árið. 

Í miðal kostar umleið 1,8 mió.kr. at asfaltera ein kilometur av vegi.

Sostatt røkkur játtanin bara til 6,7 kilometrar um árið. 

Landsverk metir, at átrokandi neyðugt er at asfaltera 100 kilometrar av landsvegi.

12 milliónir í ár

Í ár eru 12 mió. kr. til asfaltering. 

Í ár fer Landsverk at asfaltera vegin millum Norðasta Horn og Velbastað, vegin gjøgnum Velbastað og ein part av vegnum gjøgnum Sands bygd, tilsamans 5,5 kilometrar, sum kosta 10 milliónir.

Tær tvær milliónirnar, sum so eru eftir, fara til smærri ábøtur.

Hasar upplýsingar eru í svari frá landsstýrismanninum til Hermann R. Samuelsen, løgtingmann, sum spurdi um Oyrarvegin.

Jakob Vestergaard sigur, at neyðugt er at asfaltera Oyrarvegin.

Vónandi ber til at raðfesta arbeiðið innan rímiliga tíð, svarar landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590