MobilePay í næsta tingári

MobilePay í næsta tingári
Tey, sum hava hug at brúka MobilePay, noyðast at brynja seg við toli
MobilePay kann ikki brúkast í Føroyum.
 
27.05.2026 - 08:05


Tey, sum hava hug at brúka MobilePay, noyðast at brynja seg við toli.

Miðað verður eftir, at málið verður loyst í komandi tingári, svarar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, spurningi frá Fróða Magnussen, løgtingsmanni.

Eingin beinleiðis løgfrøðilig forðing er fyri at brúka MobilePay í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin.

Men ein óbeinleiðis løgfrøðilig forðing er. 

Felagið, sum eigur MobilePay, Vipps MobilePay, er skrásett í Noregi, sum er EFTA-land.

Felagið kann á jøvnum føti við onnur, sum veita elektroniskar gjaldsloysnir, hava sítt virksemi í Danmark.

Men ásetingin, sum loyvir tí, er ikki í gjaldslógini í Føroyum, sigur Jacob Vestergaard.

Føroyar eru hvørki í ES ella í EFTA.

 

Fíggjareftirlitið uppí

Tí mugu veitarar í Danmark søkja Fíggjareftirlitið um loyvi til at veita hesar tænastu, MobilePay, í Føroyum. 

Ábendingar eru um, at sjálvstøðuga loyvið, sum krevst til at kunna veita hesar gjaldsloysnir í Føroyum, kann hava við sær eyka umsitingarligar og tøkniligar útreiðslur.

Ivasamt er, um veitarar eru sinnaðir at bera hesar útreiðslur fyri at koma á føroyska marknaðin, sigur Jacob Vestergaard.

Vinnumálaráðið og Fíggjareftirlitið kanna, hvussu hesin trupulleikin kann loysast.

Helst er neyðugt at broyta føroysku gjaldslógina fyri at loysa málið.

Og kannað verður, hvussu hetta skal gerast, so fyrimunirnir við at broyta lógina ikki hava avleiðingar fyri tey vinnurekandi, sum virka á hesum øki, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. 

Les svarið her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858