Flogbóltslandsliðið til Norðurírlands eftir styrkistigum

Flogbóltslandsliðið til Norðurírlands eftir styrkistigum
Flogbóltslandsliðið við monnum í flogbólti skal kappast um týðandi styrkistig í Norðurírlandi komandi vikuskifti
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
01.06.2026 - 11:00

Næsta vikuskiftið skal føroyska manslandsliðið í flogbólti spæla í kapping í Norðurírlandi, har málið í stóran mun er at vinna styrkistig til altjóða styrkilistan.

Síðani Bónus steypakappingin endaði síðst í apríl, hava mennirnir fyrireikað seg til CEV-SCA kappingina, sum verður í Craigavon í Norðurírlandi frá 5. til 8. juni. 

Kappingin er um SCA-meistaraheitið, men fyri Føroyar snýr hon seg eisini í stóran mun um at vinna styrkistig til styrkilistan í flogbólti. Her liggja Føroyar í løtuni á einum 39. plássi í Evropa av 56. limalondum í CEV, skrivar Flogbóltssamband Føroya.

Føroyska liðið er í innleiðandi bólki við Norðurírlandi og Írlandi. Í hinum bólkinum eru San Marino, Skotland og Liktenstein. Føroyska liðið er helst millum sterkaru liðini í kappingini, so vónir eru um, at Føroyar við hesi luttøkuni kunnu taka seg nøkur pláss fram á styrkilistanum.

Høvuðsvenjarin Boban Ilic, hevur úttikið hesar leikarar til kappingingina: Rani Ákason, Filip Ilic, Tóki í Haraldstovu, Bjarni Joensen, Thorvald Danielsen, Tórður G. Højsted, Hákun Heinason, Silas Poulsen, Vuk Ilic, Elias Ellingsgaard, Hákun Nón og Hjørtur Joensen. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037