Kvívíkingur við aftur

Kvívíkingur við aftur
Fyri fyrstu ferð síðani 2014 er Kvívikingur við í 8-mansfarsróðrinum, men kappingin verður hørð hjá manningini, sum ikki er úr bygdini
02.06.2026 - 09:00

Ørvur úr Havnar Róðrarfelag og Gullbrandur úr ÍF kappaðust um gullið hjá 8-mannaførunum, tá norðoyastevnuróðurin skeyt kappróðrarsummarið í gongd leygardagin.

Tað kappinginga vann Ørvur, hvørs nýggja manning heldur fram, har gamla manningin - nú á Havnarbátinum - slepti.

Á triðja plássi endaði Kvívíkingur, sum er við fyri fyrstu ferð síðan 2014. Nýggja manningin er ikki úr bygdini, hóast okkurt tilknýti er, men umboðar kortini Kvívíkar Róðrarfelag.

 - Vit fingu at vita, at Kvívíkingur var tøkur, og so spurdu vit okkum fyri, og tað bar til, segði Hans Petur Brekkstein á Kvívíkingi. Hann sigur, at størsti parturin av manningini er úr høvuðsstaðnum, men hóast tað eru kvívíkingar spentir upp nýmannaða 8-mannafarið.

Lopið upp til Ørv er stórt - umleið 10 sekund - og góð sjey sekund eru upp til Gullbrand. Hinvegin var Heiðabáturin hjá NSÍ í hølunum á Kvívíkingi, so spurningurin er, um teir hyggja upp- ella niðureftir á eystanstevnu um smáar tvær vikur.

Sí innslagið um Kvívíking omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303