Vestmanna kommuna ruddar upp eftir alivinnuni

Vestmanna kommuna ruddar upp eftir alivinnuni
Vinnan eigur í felag at gjalda fyri upprudding, tá onkur fyritøka fer á heysin, heldur borgarstjórin í Vestmanna, sum hevur verið í haganum og ruddað í dag
01.06.2026 - 19:22

Loyvdir frá 30-40 ára gomlum alivirksemi liggja enn og rekast í vøkru náttúruni Frammi við Vatn oman fyri Vestmanna, og tá hol var sett á rørslu- og trivnaðarvikuna, Rørslureikan, hjá kommununi í morgun, nýtti ovasta kommunala leiðslan saman við øðrum starvsfólkum høvið til at fara niðan at rudda.

Vinnufyritøkur áttu í felag at lagt pening til síðis at fíggja upprudding, tá onkur teirra fer á heysin, heldur Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri. 

12 kilometrar av tunlum

Í sambandi við vatnbyrgingarnar hjá SEV blivu fimm tunlar uppá tilsamans okkurt um 12 kilometrar gravaðir og høgdir við handamegi í 1940-árunum. Borgarstjórin sigur, at tað ikki er óhugsandi, at onkur teirra kann latast upp fyri ferðafólki. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069