Russland lopið á fleiri býir í Ukraina

Russland lopið á fleiri býir í Ukraina
Hetta er triðja russiska stórálopið á høvuðsstaðin Kyiv seinasta mánaðin
Í minsta lagi 18 fólk hava latið og hundrað eru særd í russisku álopunum á Ukraina í nátt.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.06.2026 - 15:25

Russiski herurin heldur fram við álopum í Ukraina.

Í nátt framdi russiski herurin umfatandi álop í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, og í býunum Dnipro og Kharkiv.

Hetta er triðja russiska stórálopið á Kyiv seinasta mánaðin, skrivar tíðindastovan Reuters.

Ukrainski forsetin, Volodymir Zelenskyj sigur, at talan var um 656 russisk dronuálop og 73 raktettálop, skrivar Reuters.

Sambært russiska verjumálaráðnum, eru tíggju hernaðarverksmiðjur Í Kyiv raktar í álopunum.

Millum teirra vóru verksmiðjur, sum framleiða dronur, sigur russiska verjumálaráðið.

Sambært ukrainskum myndugleikum hava í minsta lagi 18 fólk latið lív, og hundrað eru løstað í russisku álopunum í fleiri ukrainskum býum í nátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107