Her er nýggja danska stjórnin

Her er nýggja danska stjórnin
21 ráðharrar manna stjórnina, og kvinnurnar eru í meiriluta
Nýggja stjórnin uttan fyri Amlienborg, eftir at hava verið hjá kongi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.06.2026 - 09:51

Fyri løtu síðani komu ráðharrarnir í nýggju stjórnini hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, av Amalienborg, eftir at hava verið hjá Fríðriki kongi.

Sosialdemokratarnir, SF, Moderatarnir og Radikali flokkurin mynda stjórnina.

Tilsamans eru 21 ráðharrar, og fyri fyrstu ferð í politisku søguni í Danmark eru fleiri kvinnur enn menn ráðharrar, 11.

 

Her er ráðharralistin: 

 

  • Forsætisráðharri: Mette Frederiksen (S)

  • Búskapar- og innanríkisráðharri: Pia Olsen Dyhr (SF)

  • Uttanríkisráðharri: Lars Løkke Rasmussen (M)

  • Vinnumálaráðharri: Martin Lidegaard (R)

  • Fíggjarmálaráðharri: Peter Hummelgaard (S)

  • Løgmálaráðharri: Nicolai Wammen (S)

  • Granskingar-, útbúgvingar og talgildingarráðharri: Christina Egelund (M)

  • Veðurlags-- og orkumálaráðharri: Samira Nawa (R)

  • Ferðslumálaráðharri: Signe Munk (SF)

  • Útlendinga- og integratiónsráðharri: Morten Bødskov (S)

  • Útbúgvingarmálaráðharri: Magnus Heunicke (S)

  • Arbeiðsmarknaðarráðharri og ráðharri í javnstøðumálun: Ane Halsboe-Jørgensen (S)

  • Verjumálaráðharri: Jeppe Bruus (S)

  • Skattamálaráðharri: Jakob Engel-Schmidt (M)

  • Heilsu- og kirkjumálaráðharri: Ida Auken (S)

  • Ráðharri fyri náttúru og djóravælferð: Christian Rabjerg Madsen (S)

  • Mentamálaráðharri: Zenia Stampe (R)

  • Tilbúgvingarmálaráðharri: Lisbeth Bech-Nielsen (SF)

  • Íbúðarmálaráðharri : Jacob Mark (SF)

  • Almannamálaráðharri og ráðharri fyri norðurlendskt samstarv: Monika Rubin (M)

  • Umhvørvismálaráðharri: Maria Reumert Gjerding (SF)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107