Fólk melda útlendskar ferðaleiðarar

Fólk melda útlendskar ferðaleiðarar
Ferðavinnan varð kunnað, áðrenn herd átøk móti ólógliga virkandi útlendskum ferðaleiðarum vórðu sett í verk, og lógarkravið er heldur ikki nýtt, sigur varapolitiinspektørur
Jógvan Páll Joensen, varapolitiinspektørur.
 
03.06.2026 - 14:14

Føroyska løgreglan hevur í seinastuni hert átøkini móti útlendskum ferðaleiðarum í Føroyum, og at átøkini koma júst nú, er tí, at politiið hevur fingið so nógvar fráboðanir, sigur Jógvan Páll Joensen, varapolitiinspektørur.

Í ferðavinnuni hevur verið funnist at, at knappliga hondhevjingin av lógin,i og herdu átøkini hjá politinum eru hend uttan ávaring. Men varapolitiinspektørurin vísir á, lógin hevur verið galdandi í nógv ár, og politiið hevur havt kunnandi fundir við bæði ferðavinnuna og aðrar áhugapartar, áðrenn farið varð til verkað í seinasta mánaði.

Um tað er vantandi kunning, sum er orsøkin til, at fleiri útlendskir ferðaleiðarar ikki hava síni loyvi lagi nú, ella tað er tí, at teir ikki vistu, at teir skuldu hava hesi loyvi, so heldur varapolitiinspektørurin tað vera eitt sindur undrunarvert, at øll eftir øllum at døma kendu reglurnar og høvdu pappírini í lagi, tá átakið "Closed for maintenance" var í vár.

Sí innslag í Degi og viku:

 

260602_DV_FERDALEIDARAR_POLITI

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655