Umboðsmannatingið samtykt at taka hermenn úr Iran-krígnum

Umboðsmannatingið samtykt at taka hermenn úr Iran-krígnum
Samtyktin er symbolsk, tí forsetin kann brúka sýtingarrættin móti henni
Umboðsmannatingið hevur samtykt at taka amerikanskar hermenn úr krígnum í Iran.
 
04.06.2026 - 10:20

Amerikanska umboðsmannatingið hevur samtykt at taka amerikanskar herdeildir úr Iran-krígnum. Samtyktin er fyrst og fremst symbolsk.

Tað er fyrstu ferð, at undirhúsið í amerikonsku kongressini hevur samtykt at enda kríggið, og samtyktin í gjár rakar Donald Trump, forseta, meint, skrivar AFP. Fýra republikansk umboð fóru í part við demokratunum, og tryggjaðu sostatt meiriluta fyri uppskotinum.

Samtyktin er kortini fyrst og fremst symbolsk, tí forsetin kann sjálvur nýta sýtingarrætt sín móti henni, um málið eisini fær meiriluta í senatinum.

Trump og USA fóru í kríggj móti Iran síðst í februar. 

Hóast vápnahvíld og forsetin hevur vissað um, at ein friðaravtala er eygsjón, er eingin avtala gjørd higartil um at enda kríggið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375