Níggju umsóknir til skúlastjórastarvið

Níggju umsóknir til skúlastjórastarvið
Nýggi stjórin í skúlanum við Løgmannabreyt skal byrja 1. september
Skúlin við Løgmannabreyt.
 
12.06.2026 - 07:53

Nú skúlin við Løgmannabreyt í Hoyvík skal hava nýggjan skúlastjóra, eru níggju umsóknir komnar, skrivar Skúlablaðið.

Í skúlanum við Løgmannabreyt, sum er tveysporaður skúli, vera 366 næmingar næsta skúlaár.

Har eru 33 fulltíðarstørv.

Frítíðarskúli er í skúlanum.

Nýggi stjórin skal byrja 1. september.

Høgni Joensen, sum hevur verið skúlastjóri, síðani skúlin kom í 2008, hevur sagt seg úr starvi, skrivar Skúlablaðið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV