Horst B skal í dokk uttanlands

Horst B skal í dokk uttanlands
Skipið fer væntandi av Havnini í dag
 
03.01.2014 - 14:43

Bingjuskipið Horst B liggur enn við bryggju í Havn, men skipið siglir væntandi dag, og tá verður farið í dokk uttanlands, tí skipið fekk størri skaða enn av fyrstan tíð hildið, tá tað bar við Argjalandið tollaksmessukvøld.

Nógvur vindur

Nógvur vindur var hetta kvøldið, skipið hevði loyst og skuldi til Noregs - so nógvur, at bógskrúvan megnaði ikki at fáa skipið um molan, og tað varð tikið yvir á Argjalandið. Sleipibátarnir hjá kipasmiðjuni Mest hjálptu beinan vegin til at fáa skipið avaftur og til bryggju. Síðani er farmurin umskipaður, og skipið gjørt klárt at sigla til umvælingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744