- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fróði skal venja KÍ-menninar

Fróði Benjaminsen skal venja besta mansliðið hjá KÍ næstu tvey kappingarárini.
Tað boðar KÍ frá í dag. Felagið hevur leitað eftir nýggjum høvuðsvenjara, síðani Magnus Powell herfyri boðaði frá, at hann ikki leingir sáttmálan við KÍ, tá verandi kappingarár endar.
- Hetta verður ein sera spennandi og stór uppgáva. KÍ hevur klárað seg sera væl undir leiðslu av Magnusi Powell, og tað skulu vit byggja víðari upp á, saman við leikarum, venjaratoymi, leiðslu og hjálparfólkum, sigur Fróði Benjaminsen.
Magnus Powell vildi boðað frá síni avgerð í góðari tíð, so KÍ fær góða tíð at finna nýggjan venjara.
- Sjálvandi komi eg at fylgja eyka væl við KÍ komandi tíðina, og mítt fokus verður at fyrireika komandi kappingarár og samskifta við Magnus Powell, so vit fáa eitt gott fundament fyri framtíðina, sigur fyrrverandi landsliðsliðskiparin.
Toftamaðurin hevur drúgva yrkisleið aftanfyri seg
Fróði Benjaminsen hevur eina drúgva yrkisleið sum fótbóltsspælari, bæði í Føroyum og Íslandi, og hann spældi harumframt 95 landsdystir fyri Føroyar.
Í fjørheyst tók hann við sum høvuðsvenjari hjá barndómsfelagnum B68, tað ið eftir var av farna kappingarárinum. Hann er í dag høvuðsvenjari hjá føroyska U19-landsliðnum hjá monnum.
KÍ er í løtuni oddalið í Meistaradeildini, ájavnt í stigum við NSÍ.
Sáttmálin millum KÍ og Fróða Benjaminsen er galdandi fyri kappingarárini 2027 og 2028.



























