NSÍ-formaðurin: - Eysturoyingur verður skjótt mannaður aftur

NSÍ-formaðurin: - Eysturoyingur verður skjótt mannaður aftur
NSÍ hevði sjey manningar við á heimasjógvi á Eystanstevnu. Stendur tað til formannin Janus Knudsen, ganga ikki nógv ár, áðrenn Eysturoyingur aftur verður mannaður
Jan Herman Hansen/RSF
16.06.2026 - 13:30

Kappróðrarfelagið NSÍ hevði sjey manningar við, tá kappróður var á eystanstevnu farna vikuskiftið.

Flestu manningarnar - fimm í tali - eru hjá gentum og kvinnum, meðan dreingirnir og menninir ikki eru eins lættir at fáa í bátarnar.

 - Tað vísir seg, at tað gongur eitt sindur striltið at fáa menn og dreingir at rógva, segði formaðurin í NSÍ-kappróðri, Janus Knudsen.

Hann heldur, at kappingin um dreingirnar er hørð frá øðrum ítróttagreinum.

 - Og givið er tað, at kappróðurin er blivin ein øgiliga krevjandi ítróttagrein, og tú skalt offra øgiliga nógv fyri at kappast øgiliga lítið, sigur formaðurin.

Hóast dreingjamanningarnar eru fáar, er gongdin í felagnum góð, og tí er upp á tal at byggja nýtt neyst. Formaðurin ætlar eisini, at 10-mannafarið Eysturoyingur skjótt verður aftur at síggja millum hini.

 - Endamálið hjá einum og hvørjum kappróðrarfelag er at hava eitt 10-mannafar, og tað er tað sanniliga eisini hjá okkum. Nú hava vit eitt 8-mannafar, Heiðabátin, og teir eru spentir og raskir og klára seg hampiliga væl, sigur Janus Knudsen.

 - So hvør veit, um teir ikki ikki fara at forseta og fara í Eysturoying næst ár. Vónandi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161