- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ymisk sjónarmið um ADHD gransking
Fyrst í mánaðinum vóru umleið 400 folk samlaði á stórum temadegi um ADHD í Norðurlandahúsinum. Sálarfrøðingarnir Gitte Klein og Sune Poulsen skipaðu fyri temadegnum
Høvuðstalari var sálarlæknin og psykiatarin Samid Dimimi, sum millum annað segði, at granskingin ikki er greið - um ADHD er viðfødd, genetisk ella um ein ADHD diagnosa er varandi.
Vit skifta orð við leiðandi yvirlæknan á Psykiatriska Deplinum, Tórmóður Stórá, um sjónarmið uppá gransking innan psykiatri, og um viðgerð og heilivág tey brúka fyri ADHD.
Tey seinastu 10 árini er talið av fólki, sum eru í viðgerð við heilivági fyri ADHD seksfaldað. Í 2016 tóku umleið 340 føroyingar ADHD heilivág, og í 2025 var talið komið upp á 2000 føroyingar. Kostnaðurin fyri ADHD heilivág til ein kostar millum 1500 - 2000 krónur um mánaðin. Við 2000 føroyskum brúkarum er árligi kostnaðurin sostatt millum 36 og 48 milliónir krónur árliga.


























