Vápnahvíldin millum Ísrael og Hizbollah tykist at vera undir trýsti

Vápnahvíldin millum Ísrael og Hizbollah tykist at vera undir trýsti
Bardagarnir millum Hizbollah-rørsluna í Libanon og Ísrael halda fram, hóast vápnahvíld kom í lag millum partarnar í gjár
Libanski býurin Nabatieh í dag.
Mynd: Abbas Fakih/AFP/Ritzau Scanpix  
 
20.06.2026 - 17:46

Bardagarnir millum Hizbollah-rørsluna í Libanon og Ísrael halda fram, hóast vápnahvíld kom í lag millum partarnar í gjár.

Sambært libansku sivilverjuni eru 16 fólk dripin í ísraelskum álopum, syðra parti av landinum í morgun. Tað skriva AFP-tíðindastovan og Al-Jazeera. 

Ísraelski herurin sigur, at hann hevur lopið á yvirgangsmál hjá Hizbollah-rørsluni, eftir at hon skeyt eftir ísrelskum herdeildum í økinum.

Talsmaðurin fyri ísraelska herin, Effie Defrin, váttaði í gjár, at ein vápnahvíld er komin í lag millum partarnar.

Men hann segði eisini, at herurin verður verandi í økinum í syðra parti av Libanon, sum Ísrael hevur hersett. Økið er ein trygdargeiri segði hann.

Hizbollah er størsti politiski felagsskapurin í Libanon, sum fær stuðul úr Iran.

Sambært BBC er ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, undir støðugum trýsti innanlands, at halda fram við álopunum móti Hizbollah-rørsluni.

Hizbollah sigur ikki vilja gevast við álopum so leingi ísraelska hersetingin í syðra parti av Libanon varir við.

Sambært tíðindafólki hjá danska kringvarpinum, halda bardagarnir fram, tí talan er um tveir partar, sum taka sær rættin til sjálverju, men trupulleikin er at partarnir hava ymsa fatan av, hvat tað merkir.

 

Sendimaður: Ísraelar eru troyttir av kríggi, men skilja stríðið móti Hizbollah

 

Bardagarnir eru kanska ikki so ógvusligir, sum teir hava verið, men talan er ikki um eina veruliga vápnahvíld enn.

Tað sigur føroyski sendimaðurin í Ísrael, Petur Petersen.

Hoyr beinleiðis samrøðu í útvarpstíðindunum á nátturða

1818664

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028