Vunnu eftir venjaraskifti: Cieślewicz og HB smurdu B36 av

Vunnu eftir venjaraskifti: Cieślewicz og HB smurdu B36 av
Lukasz Cieślewicz stóð á odda fyri fyrstu ferð, tá HB smurdi B36 av í grannauppgerðini í Gundadali, og í Vágum vunnu Tór Ingar Akselsen og 07 Vetur við tveimum á AB
Ebiye Moses skoraði eitt mál í 3-0 sigrinum hjá HB á B36 sunnudagin
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
21.06.2026 - 16:52

Hósdagin var André Olsen uppsagdur, og í dag stóð Lukasz Cieślewicz á odda fyri HB fyri fyrstu ferð.

Fyribils venjarin fekk bestu byrjanina, hann kundi ynskt sær í heita HB-sessinum, tá HB vann 3-0 á B36, sum hevur spælt við millum tey allarfremstu higartil í ár.

Bert 11 minuttir vóru farnir, tá HB legði seg á odda við máli frá Ása Dam, og lagið í HB-skýlinum gjørdist uppaftur betri miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Ebiye Moses økti til 2-0.

Mathias Voss átti uppleggið, og kviki bakkurin skoraði sjálvur, tá 58 minuttir vóru spældir. 3-0 og HB í dreymalandi við fyrrverandi B36-stórspælaranum í venjarasessinum.

 

Tór Ingar eisini sigursharri

Á Dungasandi leiddi Tór Ingar Akselsen heimaliðið fyri aðru ferð, síðan Michael Schjønberg varð uppsagdur.

Í síðsta umfari endaði tað 3-2 til Víking, men hesa ferð eydnaðist tað vágaliðnum at fáa øll stigini, tá AB vitjaði.

Fyrrverandi Skál-spælarin Edvin Jakobsen skeyt heimaliðið framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, beint eftir at Sørin Samuelsen hevði fingið reytt kort.

Støðan helt sær til eitt korter var eftir. Tá kundi Casper Gedsted Hansen økja til 2-0 og tryggja 07 Vestur trý kærkomin stig í botnstríðnum, sum harðnar.

 

NSÍ aftur oddalið

Við 1-0 sigri á B68 í Runavík í gjár tók NSÍ oddasessin frá KÍ, sum mátti taka til takkar við 2-2 javnleiki ímóti Víkingi í Sarpugerði fríggjakvøldið.

Í gjár sá EB/Streymur út til at hava fingið trý góð stig, men Simon Jørgensen javnaði í yvirtíðini fyri Skála við sínum sjeynda máli í Meistaradeildini. 

07 Vestur er framvegis niðast - nú við 10 stigum - Skála er nummar níggju við 11 stigum, B68 er á 8. plássi við 12 stigum, og EB/Streymur er nummar sjey við 13 stigum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV