Starmer fer at leggja frá sær

Starmer fer at leggja frá sær
Nú byrjar ein tilgongd um formansskifti í Labour, og freistin at stilla upp til formansvalið er 16. juli
Keir Starmer uttan fyri Downing Street, har hann boðaði frá, at hann leggur frá sær sum formaður i Labour.
Mynd: Jack Taylor/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.06.2026 - 09:46

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, hevur fyri løtu síðani boðað frá, at fer at leggja frá sær sum formaður í Labour-flokkinum

Tað boðaði hann frá uttan fyri Downing Street nummar 10.

- Flokkur mín setur nú spurningin, um eg eri tann rætti til starvið. Eg fari at geva eftirmanni mínum fullan stuðul, sigur Starmer.

Keir Starmer hevur verið forsætisráðharri í Bretlandi í minni enn tvey ár. Og seinastu tíðina hevur hann verið undir stórum trýsti at leggja frá sær.

Nú byrjar ein tilgongd um formansskifti í Labour.

 

Nýggjur leiðari í heyst

Frá 9. til 16. juli ber til at stilla upp til formansvalið, áðrenn parlamentið fer í summarfrí. Og Labour hevur fingið nýggjan leiðara, áðrenn parlamentið kemur saman aftur í september, sigur Keir Starmer.

Hnn nevnir ikki Andy Burnham við navni, hóast hann hevur boðið Starmer av.

Andy Burnham hevur verið borgarstjóri í Manchester, men á eykavali, sum hevur verið, er hann valdur í parlamentið. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598