Seinasti samráðingarfundur fyri summarfrítíðina

Seinasti samráðingarfundur fyri summarfrítíðina
Akademikarafelagið hevur handað krøv um tvey ára sáttmála
Arni Petersen er formaður í Akademikarafelagnum.
 
24.06.2026 - 14:09

Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið samráðast aftur seinnapartin í dag, og hetta er seinasti fundur fyri summarfrítíðina. 

Tað sigur formaðurin í Akademikarafelagnum, Arni Petersen.

Lønarsamráðingarnar byrjaðu í síðstu viku. 

Akademikarafelagið hevur handað krøv um tvey ára sáttmála, sum skal verða galdandi til 2028. 

Fyrst í juni gjørdi felagið sáttmála við Fíggjarmálaráðið, sum er galdandi frá 1. oktober í fjør til 1. oktober í ár. Lønarhækkingin er 3,87 prosent.

Akademikarafelagið er partur av felags lønarkarminum, sum tey 12 fakfeløgini gjørdu í fjør við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688