Ovfarin av at vera í uppskoti til virðisløn

Ovfarin av at vera í uppskoti til virðisløn
Rótin í Klaksvík eru millum tey átta, sum eru í uppskoti at fáa umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum
Jóhanna á Tjaldrafløtti er stjóri í Rótini.
 
25.06.2026 - 14:09

- Tað hevur stóran týdning fyri okkara skúla og viðurkennir okkara arbeiði.

Tað sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri í Rótini í Klaksvík, sum er í uppskoti at fáa umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár:

 

25062026_Johanna_1

 

Umhvørvisvirðislønin hevur nýtt høvuðsevni hvørt ár. 

Í ár er dentur lagdur á týdningin at geva ungum vitan, førleikar og eina rødd til at kunna ávirka sína egnu framtíð og til at geva sítt íkast til burðardygga menning, og at tillaga seg til veðurlagsbroytingarnar: 

 

25062026_Johanna_2_

 


Rótin, sum fyrr kallaðist Húsarhaldsskúlin.

 

Vinnarin verður almannakunngjørdur 20. oktober. Virðislønin, sum er 300.000 krónur, verður handað á fundinum hjá Norðurlandaráðnum í Helsinki 28. oktober.

Norðurlandaráðið fekk 53 uppskot um, hvør skuldi fáa umhvørvisvirðislønina í ár. 

Átta vórðu vald burturúr - teirra millum kreativi skúlin, Rótin, í Klaksvík.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342