Íløgufelagið Royndin farið í søguna

Íløgufelagið Royndin farið í søguna
Nærum allur peningurin í felagnum var fluttur í móðurfelagið LÍV í 2024
Royndin var íløgufelag hjá LÍV-samtakinum, men er nú farið í søguna.
 
25.06.2026 - 15:31

Íløgufelagið Royndin, sum LÍV-samtakið eigur, er nú strikað sum partafelag, og harvið endaliga farið í søguna.

Partafelagið Royndin varð stovnað í 2005 fyri at gera íløgu í føroyskt vinnuvirksemi, bæði við avkasti fyri eyga og fyri at stimbra føroyskar fyritøkur at mennast og vaksa.

Við árslok í 2024 vóru nærum allir pengarnir fluttir úr felagnum upp í móðurfelagið LÍV, sum hevði tørv á pengunum fyri at kunna halda sínar eftirlønarskyldur. 

Tilsamans var talan um 49,5 milliónir krónur. 

 


Íløgan í Globe Tracker hevur higartil ongan vinning givið.

 

Seinasta íløgan var Globe Tracker

Í tí sambandi segði Jan Jakobsen, stjóri, at Royndin neyvan fór at gera nakra nýggja íløgu fyribils.

Seinasta stóra íløgan hjá Royndini var í felagið Globe Tracker, sum tó higartil ongan vinning hevur givið. 

Tey partabrøvini eru nú flutt upp í móðurfelagið LÍV. 

Sambært roknskapinum hjá Royndini fyri 2025 átti felagið ongar íløguognir við árslok 2025.

Sambært Skrásetingini varð p/f Royndin strikað úr partafelagsskránni 18. juni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576