Eyðun og Atli halda fram til 2029

Eyðun og Atli halda fram til 2029
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen halda fram sum venjari og hjálparvenjari hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti. Nýggjur sáttmáli er gjørdur við Fótbóltssambandið til 2029
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen í Kroatia í fjør. Samarbeiðið millum venjaran og hjálparvenjaran heldur fram til 2029
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
29.06.2026 - 16:07

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen halda fram sum venjarar hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti. 

Venjarin og hjálparvenjarin hava gjørt nýggjan sáttmála við Fótbóltssamband Føroya, sum er galdandi til og við 2029. Magni Mohr, Jákup Reinert Højgaard og Géza Tamás Turi halda eisini fram í venjaratoyminum, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

 - Tað er ein stórur heiður at sleppa at halda fram sum landsliðsvenjari. Eg eri takksamur fyri stóra álitið frá FSF og glaður fyri, at vit halda fram við sama venjaratoymi. Vit gleða okkum til uppgávurnar, sum liggja fyri framman, sigur Eyðun Klakstein sambært fsf.fo.

Undir Eyðuni Klakstein fekk fótbóltslandsliðið metgóð úrslit í fjør. Føroyar vunnu tvær ferðir á Gibraltar, og í oktober eydnaðist at vinna 4-0 á Montenegro, áðrenn Kekkia varð sent av Tórsvølli við 2-1 tapi í viðførinum. Eitt hitt besta úrslitið hjá manslandsliðnum yvirhøvur.

Gamli sáttmálin var galdandi árið út, og Eyðun Klakstein hevur sagt, at hann vildi hava hann avgreiddan áðrenn Nations League byrjar í heyst, og nú hevur FSF tryggjað sær venjaran næsta trý árini.

 - Vit eru sera fegin um, at tað hevur eydnast at leingja samstarvið við Eyðun og restina av venjaratoyminum. Teir hava víst stórt arbeiðssemi og fakliga dygd, og vit hava álit á, at teir kunnu halda fram við menningini av føroyska manslandsliðnum, sigur Christian F. Andreasen, forseti í FSF.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650