Dregur út at manna Nýskipanarnevndina

Dregur út at manna Nýskipanarnevndina
Miðað verður framvegis eftir at manna nevndina í summar, sigur løgmaður
Nýskipanarnevndin, meðan Ben Arabo og Súni Selfoss framvegis sótu í nevndini.
 
30.06.2026 - 14:15

Nýskipanarvendin, sum sambært løgmanni skuldi vera sett í seinasta lagi í juni, er ikki mannað enn. 

- Hetta hevur drigið longur út enn væntað, men vit miða eftir, at nevndin er sett í summar, sigur Beinir Johannesen, løgmaður. 

Tað var í mai, at løgmaður boðaði frá, at Nýskipanarnevndin, sum ikki hevur verið virkin, síðani løgtingsvalið var útskrivað, aftur skuldi vera fullmannað í juni.

Fyrr í ár tók Ben Arabo, fyrrverandi formaður í Nýskipanarnevndini, seg úr nevndini, og síðani hevur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, eisini tikið seg úr nevndini. 

Løgmaður heldur fast um, at nevndin skal vera virkin, og tí verður leitað eftir tveimum nevndarlimur aftrat.

Tey fýra, sum manna nevndina eru Marita Rasmussen, Heri á Rógvi, Hjørdis Gaard Lailudóttir og Óluva Klettskarð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938