Framtak góðar 10 milliónir í vinningi

Framtak góðar 10 milliónir í vinningi
Við árslok í fjør hevði Framtak partapening ella lán í 20 føroyskum fyritøkum
Ben Arabo er stjóri í Framtaki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.07.2026 - 07:57

Framtak hevði 10,1 millión krónur eftir skatt í vinningi av vanligum rakstri í fjør.

Eginpeningsavkastið er 9,6 prosent, beint niðan fyri tey 10 prosentini í eginpeningsavkasti, sum nevndin hevur sett sær fyri at hava.

Framtak hevði við ársenda partapening í og/ella hevur veitt lán til 20 føroyskar fyritøkur. 

Framtak gjørdi nýggja íløgu í tvey feløg í 2025 og hækkaði kapitalin í einum.

Haraftat seldi Framtak sín part í FarPay. 

Sølan gav eitt miðalavkast væl oman fyri 20 prosent um árið fyri tey níggju árini, Framtak var í felagnum.

Eginognin í Framtaki var 148,8 mió. krónur við ársenda 2025.

Áhugin hjá føroyskum fyritøkum fyri partapeningi og láni frá Framtaki tykist vaksandi. Tí væntar leiðslan hjá Framtaki økt virksemi í ár.

2026 fer eisini at geva gott avkast, um einki óvæntað hendir í búskapinum, sigur leiðslan í Framtaki. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360