Noomi forkvinna í farsóttarnevndini

Noomi forkvinna í farsóttarnevndini
Farsóttarnevndin ráðgevur og vegleiðir um, hvussu vandamiklar og samfelagskritiskar sjúkur skulu handfarast
Noomi O. Gregersen er forkvinna í farsóttarnevndini.
 
03.07.2026 - 08:06

Landsstýrið hevur endurvalt tey trý fólkini, sum landsstýrið velur í farsóttarnevndina.

Tey eru Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Heilsu- og Orkumálaráðnum, Gunnvá Guttesen, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, og Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum.

Fastir limir í nevndini eru Michael Boolsen, fúti, Lars Fodgaard Møller, landslækni, Noomi Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum, Birna Mørkøre, landsdjóralækni, Eyðun Mørkøre, stjóri í TAKS, og Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Nevndin hevur skipað seg við Noomi O. Gregersen, stjóra í Heilsustýrinum, sum forkvinnu.

Farsóttarnevndin ráðgevur og vegleiðir um, hvussu vandamiklar og samfelagskritiskar sjúkur skulu handfarast.

Farsóttarøkið var yvirtikið 1. januar 2024. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672