Beinleiðis ruta millum Føroyar og Rotterdam

Beinleiðis ruta millum Føroyar og Rotterdam
Fráferð av Havnini verður týskvøld, og skipið er í Rotterdam hóskvøld. Komið verður aftur á Havnina mánadag
Skogafoss fer burturav at røkja rutuna.
Mynd: Marine Traffic  
 
03.07.2026 - 11:46

Í august í ár fer Faroe Ship at hava nýggja beinleiðis rutu millum Føroyar til Rotterdam. 

- Nýggja rutan fer at skapa møguleikar hjá føroyskum útflutningsfyritøkum at fáa sínar vørur til kundarnar á evropeiska meginlandinum beinleiðis úr Føroyum við styttri flutningstíð, skrivar Faroe Ship í tíðindaskrivi.

Faroe Ship metir eisini, at fyri føroyskar innflytarar merkir nýggja rutan styttri flutningstíð, og gevur aðrar innflutningsmøguleikar, enn teir, sum higartil hava verið.

Fráferð av Havnini verður týskvøld, og skipið er í Rotterdam hóskvøld. Komið verður aftur á Havnina mánadag.

Um nakrar vikur verður Ålesund partur av rutuni úr Rotterdam, meðan fráferðin úr Føroyum framhaldandi verður beinleiðis til Rotterdam

Tað verður Skogafoss, sum burturav fer at røkja rutuna, og fyrsta fráferðin av Havnini verður 4. august.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andaktin
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507